Hjálp til upplestur
Á hesari heimasíðuni kanst tú fáa tekstin lisnan upp. Markera tekstin, ið tú ynskir at fáa upplisnan. Trýst á “Les” knøttin. Eftir lítlari løtu verður teksturin lisin. Niðanfyri verður greitt frá hvussu tær ymisku funktiónirnar virka.
Funktiónur í lesiWEB
lesiWEB 2.0 hevur ein ’flótandi’ amboðsbjálka, ið fylgir við tær tá ið tú flytir upp og niður á heimasíðuni. Tað eru hesar funktiónir: Les. Tá tú trýstir á knøttin verður tann markeraði teksturin lisin upp. Funktiónin kann eisini veljast við at trýsta á ’Alt + L’
Steðga. Tá tú trýstir á knøttin, so steðgar upplesturin. Funktiónin kann eisini veljast við at trýsta á ’Alt + S’
Hjálp. Tá tú trýstir á knøttin, so letur ein síða upp, ið vísir tær hvussu lesiWEB skal brúkast. Funktiónin kann eisini veljast við at trýsta á ’Alt + J’
Stillingar: Tá tú trýstir á knøttin, so fært tú møguleika at broyta upplesturin, títtleikan og lesigóðskuna.
Gev Gætur: Fyri at hoyra upplesturin er umráðandi at ljóðið á telduni er frá.
JavaScript
Fyri at upplesturin skal vera møguligur, so er neyðugt, at Java Script er aktiverað í tínum internet kaga.